Vit taka trygd og trivna umborð í størsta álvara. Tað ber heilt einfalt ikki altíð til at siga frammanundan, hvar siglt verður, tí til dømis sjóvarfall og vindur knappliga kunnu broyta bæði kyrru og hvussu slætt ella óslætt tað er at sigla. Vit tilskila okkum tí altíð fullan rætt at broyta túrin soleiðis, sum vit halda tað passar best, so øll umborð fáa ein góðan og tryggan túr. Vit hava ikki skyldu til at boða frá frammanundan, hvar farið verður. Tað ber eisini til hjá tær at fylgja við veðrinum áðrenn tú gert eina bóking. Vit brúka nógv windfinder.com tá vit skulu meta um líkindini komandi dagarnar. Tú ert sjálvandi eisini vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú ivast.
Leita eftir túrum í kalendaranum:
M | T | M | H | F | L | S |
---|---|---|---|---|---|---|
Eingir túrar Túrar tøkir |