Hetta kanst tú vænta at uppliva:
Stórsligin Fuglabjørg
Ã??? hesum bÃ??Ã?¡tatÃ??Ã?ºrinum sum tekur umleiÃ??Ã?° 90 minuttir sigla vit Ã??Ã?ÂgjÃ??Ã?¸gnum smÃ??Ã?¸l sund og tÃ??Ã?¡ viÃ??Ã?°rar eisini inn Ã??Ã? holur sum brimiÃ??Ã?° Ã??Ã? Ã??Ã?¸ldir hevur boraÃ??Ã?°
Fleiri sløg av sjófugli
Bergið fer yvir 600 metrar beint upp í loft. Og har heldur nógvur sjófuglur til
Hugtakandi Søgur
Tú fert at hoyra um hvussu føroyingar ígjøgnum ættarlið hava sett lívið í váða við at fleyga fugl og reka seyð saman í brøttum líðum og skorum
Vøkur Náttúra
Vit sigla fram við kópalátrum og bygdini Slættanes, har ongin hevur búð síðani mitt í 1960unum, men har fleiri hús kortini standa enn
Gev gætur, at vit leggja stóran dent á trygdina og trivnaðin umborð. Tí fara vit undir Trøllkonufingur sunnantil á Vágoynni, um tað eru ring líkindi undir Vestmannabjørgunum. Best er við heitum klæðum, og at bíleggja pláss frammanundan. Brúka kalendaran longur niðri á síðuni.