Trygd og trivnaður umborð á okkara bátum er skiparans ábyrgd. Viðhvørt eru líkindini at sigla vestanfyri Streymoynna ikki til vildar. Tá umstøðurnar eru soleiðis bjóða vit ein annan túr, sum kann fara suður um Vágoynna til Trøllkonufingur. Á hesum túrinum síggja vit eisini fugl, vitja holur og síggja sermerktar drangar. Tað ber ikki altíð til at siga frammanundan, hvussu líkindini fara at vera, og tí noyðast vit altíð at tilskila okkum rættin at broyta rutuna uttan aðra ávaring.
Tá tú bókar okkara túrar góðtekur tú treytirnar omanfyri eins og hesar niðanfyri viðvíkjandi avlýsing og gjalding:
- Tú kanst altíð broyta túrin uttan at gjalda nakað eyka.
- Verður túrurin avlýstur av okkum verður øll upphæddin endurgoldin.
- Um tú avlýsir í seinasta lagi 24 tímar áðrenn fráferð verður upphæddin endurgoldin, tó verður eitt avgreiðslugjald uppá 5% av upphæddini drigið frá.
- Um tú bókar ein bláan (ikki váttaðan) túr, kanst tú altíð broyta hann uttan eyka kostna. Tú kanst eisini fáa upphæddina endurgoldna, men tá taka vit 2% í avgreiðslugjaldi.
- Um keypt pláss ikki verða brúkt, og ongin avlýsing er gjørd sambært tí omanfyri standandi, verður onki endurgjald latið.