Túrurin undir Vestmannabjørgini man vera av elstu turistattraktiónum í Føroyum yvirhøvur. Útferðir vóru gjørdar Eystur undir Land, sum vestmenningar siga, langt áðrenn nakar byrjaði at tosa um ferðavinnu í Føroyum.
Her sært tú fuglabjørg, holur og drangar, alt á einum túri sum bert tekur umleið hálvan annan tíma.
Vit sigla framvið útdeyðu bygdini Slættanes, har fleiri hús framvegis standa. Og vit fortelja gestunum um seyðin ið sæst í skorunum, og um hvussu teir verða hagreiddir í brattlendinum.
Hav í huga, at vit fara út á opið hav, og tí kann skiparin, sum hevur ábyrgd av trygd og trivnaði umborð, altíð broyta túrin eftir líkindunum.
Eisini vilja vit minna á, at veðrið kann vera sera ymiskt frá staði til stað í Føroyum. Og tí ber ikki til at meta um veðrið í Vestmanna út frá veðrinum í til dømis Havn.
Leita eftir túrum í kalendaranum:
M | T | M | H | F | L | S |
---|---|---|---|---|---|---|
Eingir túrar Túrar tøkir |