Í Vestmanna Tourist Centre kanst tú vitja SøguSavnið, matstovuna Fjørukrógvin og gávubúðina við fjølbroyttum úrvali av ymsum tinganeystum. Tað er eisini her okkara spennandi bátatúrar byrja.
Men Vestmanna hevur nógv annað at bjóða, antin tú ætlar tær til gongu, ein biltúr ella at vitja okkurt spennandi stað í bygdini.
Tú kanst koyra inn í Heygadal ella Fonsdal og heilt Norð á Fossarnar, hagani útsýnið er gott vestur á Víkar og heilt vestur á Barðið vestast á Vágoynni. Ella koyr tær ein túr niðan í nýggju býlingarnar í Vestmanna, Grótbrúgv og Uppi í Vestri, heilt niðan til tey ovastu húsini í Vestmanna, har útsýnið er frálíkt yvir alla bygdina, og hagani tú sært niður á byrgingina hjá SEV í Heydadali.
Á hesi slóðini hjá Vestmanna Kommunu er kort av bygdini og yvirlit yvir nakrar gongu- ella rennitúrar og hvussu langir hesir eru. Og á hesi slóðini er kort við øllum gøtunøvnum og adressum í Vestmanna. Á heimasíðuni hjá Vestmanna Kommunu eru eisini fleiri vevkamera, tey sært tú her.
Nýliga læt upp nýggja fyritøkan Faer Isles Distillery í Vestmanna. Tey skipa fyri rundvísing, smakkiroyndum við meira eftir avtalu.
Av øðrum áhugaverdum í Vestmanna kunnu nevnast Krambúðin, har Norðstreymoyar Heimavirkisfelag selur ymiskt heimavirkað. Upplatingartíðir v.m. síggjast á teirra facebooksíðu.
Viðarlundin í Frammibø, sum skúlabørn í bygdini hava plantað síðani 1990, er sera hugnalig at spáka í. Her eru myndir og meira kunning.
Eisini er Vestmanna Bygdasavn eina vitjan verd, Vestmanna Kirkja er nýliga umvæld og má í dag sigast at vera øðrvísi enn so nógvar aðrar, ikki minst av síni sermerktu altartalvu. Vestmanna Camping er eitt kampingpláss í serflokki við stórum felagshølum og annars øllum hentleikum. Tú finnur tey á facebook.
Í Vestmanna er eisini bensinstøð, stórur Á-handil eins og hugnaliga cafein Disvoy.
Set teg í samband við okkum í Vestmanna Tourist Centre um tær tørvar hjálp til eitthvørt - vit leiðbeina fegin.